Radari ov álvarsamur til partapolitiskan taktikk

– Alt tað, sum NATO byggir síni ynski um radaran á, skal løgtingið hava innlit í, sigur Sjúrður Skaale

Allar viðkomandi upplýsingar skulu á borðið, áðrenn føroyingar skulu taka støðu til radaran, sum ætlanin er at seta upp í Føroyum.

Tað skrivar fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale í tíðargrein í Sosialinum um vikuskiftið.

– Kravið nú er at fáa alt á borðið, so løgtingið kann taka støðu á fult upplýstum grundarlag. Alt tað, sum NATO byggir síni ynski um radaran á, skal løgtingið hava innlit í, skrivar hann.

Sjúrður Skaale heldur, at misvísandi og ósannar upplýsingar verða brúktar í kjakinum um radaran, og hann vísir fleiri pástandir aftur í sínari tíðargrein.

– Eg kann ikki siga, hvør endaliga støðan verður. Men Javnaðarflokkurin fer ið hvussu er at viðgera tað við tí álvara, sum tað krevur. Hetta er ov álvarsamt til partapolitiskan taktikk, skrivar Sjúrður Skaale.

##med2##

Tíðargreinin kann lesast í fullari longd í Sosialinum um vikuskiftið.

Tíðargreinin hjá Sjúrði Skaale kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið