Ræðandi smittutøl í India

Í løtuni verða næstan 100.000 fólk smittað í India um samdøgnið, og hetta er størsta smittutal, sum nakað land hevur upplivað.

 

Í gjár, fríggjadagin, staðfesti India eitt smittutal fyri samdøgnið frammanundan, ið er størri enn nakað annað land yvirhøvur hevur upplivað. Talan var nevniliga um 96.551 nýggjar tilburðir í eitt samdøgur. Smittutølini í India eru rættiliga órógvandi, tí seinastu tvær vikurnar er ein heil miljón av landsins íbúgvum staðfest smittað við covid-19.

Men, tað er ikki bara í India, at smittutølini seta met. Tað gera tey eisini í fleiri øðrum av heimsins londum. Samlaða talið av covid-19 smittaðum í India er í løtuni stívliga 4,5 miljónir, og tað er bara USA, sum hevur havt fleiri tilburðir. Samlaða talið av deyðum í India er higartil skrásett til 76.271.

Harðast raktu landslutirnir í India eru Uttar Pradesh, Andhra Pradesh, Tamil Nadu, Karnataka og Maharashtra. Í byrjanini av farsóttini vóru tað serliga stóru býirnir í India, sum vórðu raktir umframt nøkur øki, har fólk vóru komin úr øðrum londum og bóru smittuna við sær. Nú rakar smittan eisini smærri býirnar og bygdirnar, og her kann tað gerast truplari at fáa sjúkuviðgerð enn í stóru býunum í landinum.