Myndaeigari: Nordlaks

- Ræðuligt at algurnar raka enn eitt alibrúk

Alifelagið Nordlaks misti herfyri 1,3 laksar á alistøðini í Ytra Stræti, tey rópa, og nú er felagið aftur vorðið rakt.

Myndaeigari: Nordlaks

 

Tað seinasta nýggja úr Noregi í kvøld er sambært heimasíðuni www.ilaks.no, at eitrandi algurnar hava rakt enn eitt alibrúk.

Talan er um alibrúkið Stormneset, sum liggur í ytra parti av Tysfjørðinum.

- Tað er ræðuligt, at algurnar nú raka enn eitt alibrúk. Enn er ov tíðliga at siga, hvussu hetta fer at enda, men higartil hevur deyðiligheitin ikki verið so stór, sum eitt nú í Ytra Stræti.

Soleiðis skrivar samskiftisleiðarin hjá Nordlaks, Lars Fredrik Martinussen, í einum sms'i til heimasíðuna www.ilaks.no, sum í kvøld ber hesi tíðindi um algustøðuna í Noregi.

Tað var hin 14. mai, at teir á alibrúkið í Ytra Stræti løgdu til merkis, at laksur doyði, og Nordlaks hevur mist tilsamans 1,3 miljónir laksar á hesi alistøðini.

Í seinastu viku megnaði felagið at bjarga øllum laksinum á alistøðini, Kalvhodet. 

Í alibrúkinum í Stormneset, sum nú er vorðið rakt, ganga 600.000 laksar, sigur Lars Fredrik Martinussen.

- Higartil eru umleið 20.000 laksar deyðir. Hvør fiskur vigar niðan fyri 200 gram. í miðal, leggur hann aftrat.

 

 

Myndaeigari: Nordlaks