Rækjuævintýrið kann verða liðugt

- Vit eru ikki í panikki, men vit stúra fyri gongdini, sum hevur víst seg í seinastuni, sigur nevndarformaðurin í Polar Seafood.

- Nógv bendir á, at rækjuævintýrið nú gongur móti endanum, skrivar www.sermitsiaq.ag

- Nógv bendir á, at rækjuævintýrið nú gongur móti endanum, skrivar www.sermitsiaq.ag

 

Størsta privata vinnulívsfyritøkan í Grønlandi, Polar Seafood, stúrir fyri prísgongdini á rækjum, bæði kókaðum heilum og pilkaðum rækjum. Síðan apríl er prísurin á kókaðum og pilkaðum rækjum fallin við 10 prosentum, og prísurin á skelrækjum er fallin við umleið fimm krónum fyri kilo.

- Tað er ikki soleiðis, at vit eru farin í panikk, men vit stúra fyri gongdini, sum hevur víst seg í seinastuni. Heldur henda gongdin fram, kemur hetta eisini at ganga út yvir grønlendska samfelagið á fleiri økjum, sigur nevndarformaðurin í Polar Seafood, Henrik Leth, við www.sermitsiaq.ag

Prísirnir á rækjum hava seinnu árini verið óvanliga høgir, men nógv bendir á, at hetta ævintýr nú gongur móti endanum. - Vit hava selt nakað av rækjum til Ruslands, men her eru tey vorðin meira sjálvbjargin við rækjum. 

Henrik Leth vísir á, at kanadiarar, sum eru stongdir úti á russiska marknaðinum, hava arbeitt nógv á kinverska og evropeiska marknaðinum, har grønlendski rækjuflotin eisini hevur sínar høvuðsmarknaðir. - Við størri nøgdum og yvirkapasiteti í Kina er tað náttúrligt, at hetta ávirkar prísin skeiva vegin, sigur nevndarformaðurin.

 

 

- Nógv bendir á, at rækjuævintýrið nú gongur móti endanum, skrivar www.sermitsiaq.ag