Henda myndin av Tom Hagen og konuni, Anne-Elisabeth Hagen, hevur higartil verið lítið frammi í miðlunum.

Rætturin gekk ikki Tom Hagen á møti

Nú kann norski miljarderurin, sum er skuldsettur fyri dráp av konu síni, fara í smáttuna aftur - men ikki í húsini, tí tey kannar løgreglan framvegis fyri spor.

Henda myndin av Tom Hagen og konuni, Anne-Elisabeth Hagen, hevur higartil verið lítið frammi í miðlunum.

 

Síðan norski miljarderurin, Tom Hagen, varð leyslatin seinasta fríggjadag, hevur tað verið eitt ynski hjá honum at sleppa inn aftur í heimið hjá sær í Lørenskog, men tað er hann ikki sloppin enn, tí løgreglan leitar framvegis eftir møguligum sporum. Løgreglan metir nevniliga, at tað er her í heiminum, at kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen, varð myrd hin 31. oktober í 2018.

Seinasta hálvt annað árið, síðan Anne-Elisabeth Hagen hvarv, hevur løgreglan í fleiri umførum rannsakað bústaðin og serliga, síðan handtøkuna av Tom Hagen, har hann eisini varð skuldsettur fyri dráp - ella viðvirkan til dráp - av konu síni, hevur umfatandi leiting verið, bæði í bústaðnum og á matriklinum.

Tom Hagen varð upprunaliga handtikin og varðhaldsfongslaður í fýra vikur, har hann eisini skuldi sita avbyrgdur, men hann kærdi avgerðina hjá tingrættinum um varðhaldsfongsling til lagmannsrættin. Lagmannsrætturin gav Tom Hagen viðhald í kæruni, tá ein meiriluti av dómarunum í rættinum hildu, at próvgrundarlagið hjá løgregluni móti Tom Hagen er ov veikt.

Tá hann hevði sitið í varðhaldi í 11 dagar, slapp hann út aftur, og tað var verjin hjá honum, sum tók ímóti honum og koyrdi hann heim til onkran í familjuni. Ætlanin hjá løgregluni var at handtaka mannin aftur beinanvegin, men hesum setti ríkisadvokaturin seg upp ímóti, tí hann helt tað ikki vera rætt at ganga ímóti einari avgerð, sum lagmannsrætturin hevði tikið og sum seinni eisini varð staðfest í hægsta rætti.

Sjálvur hevur miljarderurin noktað seg sekan í skuldsetingunum og sigur, at hann als einki hevur við burturblívingina av konu síni at gera. Men, tá avgerðin í lagmannsrættinum ikki gekk løgregluni á møti, og rætturin segði, at Tom Hagen skuldi leyslatast, kærdi løgreglan avgerðina um leyslating til hægsta rætt, sum kortini staðfesti avgerðina hjá lagmannsrættinum.

Nú norski miljarderurin er leysur, hevur hann eisini viljað inn aftur í heimið hjá sær, men her er løgreglan framvegis í gongd við sínar kanningar og rannsóknir. Tískil vendi verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, sær til tingrættin, sum upprunaliga gjørdi av, at Tom Hagen skuldi varðhaldsfongslast. Í dag hevur tingrætturin so svarað áheitanini hjá verjanum um at lata Tom Hagen sleppa heim aftur, men tey vildu ikki geva honum viðhald í hesum umfari.

Sambært VG metir rætturin, at løgreglan eigur at sleppa at gera sítt arbeiði. Tingrætturin heldur orsøk vera til at halda, at Anne-Elisabeth Hagen, sum neyvan er á lívi í dag, kann vera myrd í bústaði sínum, og tí er ikki ómøguligt, at prógv framvegis kunnu finnast í heiminum í Lørenskog.

Verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, sigur, at tey nú fara at meta um, hvussu tey skulu fyrihalda seg til avgerðina í tingrættinum: - Tað er óvist, um tingrætturin tulkar lógina rætt, og vit fara at brúka teir komandi dagarnar til at meta um, hvussu vit skulu fyrihalda okkum til avgerðina.

Fara tit at kæra?

- Enn er alt ov tíðliga at siga nakað við vissu um tað, sigur hann.

Í avgerðini hjá tingrættinum framgongur, at Tom Hagen heldur avgerðina vera ”eina roynd at umgangast avgerðina í langmannsrættinum um skuldsetingina móti honum, og at húsarannsóknin framhaldandi er ein partur av kanningini, sum er vend móti honum…”

Verjuadvokaturin, Svein Holden, vísir á, at Tom Hagen framvegis er skuldsettur í málinum, og at rannsakanin av húsaognini hjá honum er vend móti Tom Hagen sum skuldsettur.

Løgreglan sigur orsøk vera til at halda, at Anne-Elisabeth Hagen hevur verið fyri einum brotsverki, sjálvt um ein meiriluti av lagmannsrættinum heldur, at grundarlag ikki er fyri skuldseta Tom Hagen fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni. Í avgerðini hjá tingrættinum í dag framgongur eisini, at løgreglan er liðug við kanningarnar av smáttuni hjá Tom Hagen, sum liggur í Kvitfjell, og at hann tískil kann fara í smáttuna aftur.

Henda myndin av Tom Hagen og konuni, Anne-Elisabeth Hagen, hevur higartil verið lítið frammi í miðlunum.