Rætturin vil leyslata Tom Hagen

Nú stendur á gomlum nøglum hjá norsku løgregluni, tí rætturin, sum hevur viðgjørt kæru frá Tom Hagen, vil leyslata mannin.

 

Fyri góðari viku síðan varð norski miljarderurin, Tom Hagen, handtikin og skuldsettur fyri at hava dripið - ella viðvirkað til dráp - av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen, sum nú hevur verið burtur í meira enn hálvt annað ár. Dagin eftir handtøkuna, varð Tom Hagen í tingrættinum í Noregi dømdur til varðhaldsfongsling og avbyrging í fyribils fýra vikur, meðan løgreglan ger nýggjar kanningar í málinum.

Tom Hagen hevur alla tíðina noktað seg sekan og sigur seg einki sum helst hava við burturblívingina av konu síni at gera. Tískil fekk hann verja sín, Svein Holden, at kæra varðhaldsfongslingina til lagmannsrættin við kravi um leyslating. Sjálvur hevur verjin sagt, at løgreglan hevur eitt ógvuliga veikt grundarlag undir skuldsetingunum móti Tom Hagen.

Í dag hevur so norski lagmannsrætturin viðgjørt kæruna, og sambært verjanum hjá miljarderinum, Svein Holden, hevur lagmannsretten gjørt at av leyslata Tom Hagen. Men, nú lagmannsrætturin hevur tikið hesa avgerð, hevur norska løgreglan, sum framvegis vil hava mannin sitandi varðhaldsfongslaðan, kært avgerðina til hægsta rætt. Tað merkir, at Tom Hagen verður sitandi í varðhaldinum, til hægstirættur eisini hevur viðgjørt málið.