Áður eru rakettir sendar inn í grøna økið í Bagdad, men hetta er fyrstu ferð, at sjálv sendistovan er vorðin rakt.

Rakettir hava rakt amerikansku sendistovuna

Irakiski forsætisráðharrin, Adel Abdel Mahdi, og formaðurin í irakiska parlamentinum, Mohammed al-Halbusi, fordøma álopið.

Áður eru rakettir sendar inn í grøna økið í Bagdad, men hetta er fyrstu ferð, at sjálv sendistovan er vorðin rakt.

 

Í kvøld skriva útlendskir miðlar, at rakettir hava rakt amerikansku sendistovuna í irakiska høvuðsstaðnum, Bagdad, men higartil er einki frætt um, at nakar hevur latið lív í álopinum. Amerikanska sendistovan Bagdad liggur í sonevnda grøna økinum í býnum, har eisini aðrar sendistovur eru.

Sagt verður, at tríggjar rakettir hava rakt sendistovuna, og tíðindastovan AFP vísir til trygdarkeldur, sum bera hesi tíðindi. Fyrr í kvøld váttaðu irakiskar trygdardeildir, at fimm rakettir høvdu rakt nærindis sendistovuni, men nú verður so sagt, at sjálv sendistovan eisini er rakt av rakettum.

Áður eru rakettir sendar inn í grøna økið, men hetta er fyrstu ferð, at sjálv sendistovan er vorðin rakt. Rakettirnar, sum eru skotnar inn í Bagdad í kvøld, skulu vera av slagnum Katjusja. Higartil hevur eingin tikið ábyrgd av álopinum á amerikansku sendistovuna.

Irakiski forsætisráðharrin, Adel Abdel Mahdi, og formaðurin í irakiska parlamentinum, Mohammed al-Halbusi, hava báðir fordømt álopið. Teir siga, at hendingar av slíkum slag kunnu senda landið út í eitt kríggj.

Álopið kemur tveir dagar, eftir at mótmælisfólk í túsundatali í Bagdad hava kravt, at USA tekur sínar herdeildir úr Irak. Sagt verður, at tað var shiamuslimski, Moqtada al-Sadr, sum eggjaði til mótmælini.

##med2##

Sonevnda grøna økið í Bagdad hevur fleiri ferðir verið fyri álopum - serliga, síðan USA eftir boðum frá forsetanum, Donald Trump, gav boð um at beina fyri iranska herleiðaranum, Qassem Soleimani.

USA hevur einar 5200 hermenn í Irak, og teir standa á odda fyri einari altjóða samgongu, sum stríðist móti IS. Irakiska stjórnin heldur kortini, at drápið av Qassem Soleimani var at fara út um heimildirnar hjá altjóða samgonguni í Irak, skriva Ritzau og AFP í kvøld.

Áður eru rakettir sendar inn í grøna økið í Bagdad, men hetta er fyrstu ferð, at sjálv sendistovan er vorðin rakt.