Rakti Paludan við steini – er nú útvístur úr Danmark

Mynd: Ritzau/Scanpix

Mynd: Ritzau/Scanpix

Ein 24 ára gamal maður úr Sýria er útvístur úr Danmark, aftaná at hann er funnin sekur í at hava kastað ein stein eftir umstrídda politikaranum Rasmus Paludan, formanni í Stram Kurs. Sambært TV2 rakti maðurin Paludan í høvdið.

Tað var til eitt mótmælistiltak hjá Paludan í Viborg 13. apríl í ár, at maðurin var til staðar og kastaði ein stein eftir Paludan. Hann bleiv handtikin á staðnum.

Tað er rætturin í Viborg, sum í dag fann mannin sekan í lógarbrotinum. Umframt at verða útvístur, dømdi dómarin mannin til 60 daga fongsulsrevsing og gav honum eitt seks ára langt innferðarforboð.

Ákærin Linette Lysgaard upplýsti fyri TV MIDTVEST aftaná dómin, at ákæruvaldið fer ikki at gera meira við málið, tí tey eru nøgd við dómin.

Sambært TV2 játtaði tann ákærdi seg sekan. Kortini hevur hann kært dómin, tí hann er ósamdur við revsingini.

Mynd: Ritzau/Scanpix