Rannvá Kunoy hevur gjørt kærleikskúluna

Tað er Rannvá Kunoy, listakvinna, sum hevur gjørt kærleikskúluna hjá Dugna í ár. Tað er 11. ferð, at Dugni gevur út kærleikskúluna

Hátíðarløta var í Steinprent í Havn í dag klokkan 14, tá ið kærleikskúlan 2019 varð avdúkað.

Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, bjóðaði vælkomin og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna við Almannamálum, flutti fram røðu. Ása Olsen, stýrisforkvinna í Dugna, kunngjørdi, hvør hevði gjørt kærleikskúluna í ár. 

– Dugni setti seg í samband við meg og spurdi, um eg kundi gera kærleikskúlu nummar 11. Eg segði, at mátti fyrst kanna, um eg tekniskt kundi finna eina loysn, hvussu eg kundi fáa tað frá eini tveydimentionnlari flatu yvir á eina trýdimentioella flatu. Tað er stórur munur á hesum. Tá ið eg fann eina tekniska loysn, segði eg ja, sigur Rannvá Kunoy.

Kærleikskúlan er framleidd á eini glasverksmiðju í Týsklandi. Tað liggur sera nógv tekniskt aftanfyri at fáa tað at rigga.

##med2##

– Eg havi nýtt 10 ár at menna mín stíl, og tað er hesin stílurin, ið er komin yvir á kúluna, sigur Rannvá Kunoy.

Rannvá Kunoy býr í London, har hon starvast sum listafólk. Hon sýnir fram ymsastaðni kring heimin, og í løtuni hevur hon framsýning í Miami í USA.

##ms##