Ósemjan er ikki loyst

Borgarstjórin í Havn hevur fingið svarið, hann kravdi frá býráðsliminum, Marin Katrinu Frýdal, men ósemjan er ikki loyst

 

Ósemjan í millum Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn, Heðin Mortensen, og býráðslimin, Marin Katrinu Frýdal, er ikki loyst.

 

Tað er greitt, nú freistin hjá borgarstjóranum er farin

Kinkur er komin í samstarvið í Tórshavnar Býráð, eftir at Marin Katrina Frýdal ikki vildi atkvøða fyri fíggjarætlanini, tá ið hon varð endurskoðað í farnu viku.

 

Síðani hevur hann kravt, at Marin Katrina Frýdal boðar frá, um hon framvegis er við samstarvinum ella ikki.

Og hann vildi hava svar frá býráðslimunum fyri klokkan 10 í morgun.

 

Sjálv er Marin Katrina Frýdal farin undir heilt í morgum.

Men Heðin Mortensen, borgarstjóri sigur, at hann hevur fingið svarið, hann kravdi.

 

Og hann er væl nøgdur við, at Marin Katrina Frýdal váttar, at hon stendur við samstarvsavtaluna, sum varð gjørd eftir býráðsvalið.

Men samstundis nevnir hon eina røð av viðurskiftum, hon er ónøgd við.

 

Heðin Mortensen nevnir ikki ítøkiliga, hvat talan er um, men hann sigur, at hetta eru viðurskifti, hann fer at taka upp í dag.

Hann fer at brúka dagin at tosa við býráðslimirnar í Havn og so fer hann eisini at tosa við Marin Katrinu Frýdal.

 

Býráðsfundur verður í kvøld og borgarstjórin stendur fast við, at hetta er ein ósemja, sum skal loysast, áðrenn býráðsfundurin verður settur.