Regnskjólagøta, kassabilakappkoyring og matmentan

Í hesum døgum eru Mentanardagar í Fuglafirði, og nógv er á skránni. Millum annað er kassabilakappkoyring, regnskjólsgøtan, framsýningar, konsertir og góður matur

 

Mentanardagarnir byrjaðu hóskvøldið og halda á til í annaðkvøld.

Fleiri spennandi tiltøk eru á skránni í dag.  Millum annað verður ein matmarknaður við smakkiroyndum og sølu av føroyskari framleiðslu. Tiltakið verður á Torginum við Mentanarhúsið.

– Endamálið er at fáa fram tann góða matin, ið er í Føroyum. Millum annað verður kálvakjøt úr Gásadali, rullupylsa og kjøtpylsa úr Trøllanesi, har verður makelur, laksur, grønmeti úr Føroyum og nógv annað. Hetta plagar at savna nógv fólk, sigur Rønn Eliasen, mentanarleiðari.

Í Fuglafirði er eisini ein serliga regnskjólagøta á Mentanardøgunum.

– Regnskjólagøtan er hugnalig, stuttlig og litføgur. Tað fantastiska við henni er, at tað er eitt serstakt grannalag, har øll taka lut at gera hana hugnaliga. Á gøtuni er livandi tónleikur, felagssangur, børn og ung selja ymiskt, og har er kaffi og vaflur. Tað góða við gøtuni er eisini, at har er møguleiki at hugna sær og práta, sigur Rønn Eliasen.

Í dag verður eisini ein serliga kassabilakappkoyring.

– Tað handlar um tað spælandi lyndi. Tað var stór undirtøka í fjør, og eg vænti, at tað aftur í ár verður stór undirtøku, sigur Rønn Eliasen.

Bæði børn og vaksin hava møguleika at koyra kapp. Børnini koyra ein tein á umleið 400 metrar, meðan tey vaksnu koyra umleið 1,7 km. Kassabilarnir eru væl útgjørdir og vakrir. Meðan kappkoyringin er, verður sagt frá, so at øll, ið eru á málstrikuni kunnu fylgja við.

Umframt nevndu tiltøk, eru nógv onnur tiltøk í Fuglafirði nú á mentanardøgunum. Millum annað eru framsýningar, konsertir, fyrilestrar, gamlir filmar úr Fuglafirði og nógv annað.