Reiðarin: Ovfarin av góðu móttøkuni

- Hetta er ein spennandi verkætlan, sum fer at geva okkum nógv betri møguleikar at reka okkara vinnu, sigur reiðarin og eigarin, Háldan Haldansen.

 

Nógv fólk tóku ímóti Vesturhavinum, og eitt tjald var sett upp á bryggjuni í samband við høvið.

Nógv fólk tóku ímóti Vesturhavinum, og eitt tjald var sett upp á bryggjuni í samband við høvið.

 

Seinnapartin leygardagin var móttøka í Vestmanna í samband við, at fyrrverandi frystilínuskipið Kambur, sum hevur havt heimstað á Strondum, nú hevur fingið nýggjan eigara, nýtt navn og heimstað í Vestmanna. Tað er partafelagið HKO hjá Háldani Haldansen, ið hevur keypt skipið, sum kemur í flotan fyri gamla ísfiskalínuskipið, Vesturhavið.

Háldan Haldansen, sum sjálvur bjóðaði vælkomin við móttøkuna, sigur, at hann gjørdist ovfarin av góðu móttøkuni, sum skipið fekk. Hann greiddi eisini frá, hvussu móttøkan fór at vera skipað við atliti til korona-tilmælini og heitti á fólk um at ansa eftir hvørjum øðrum.

Navn og telefonnummur hjá vitjandi vórðu skrásett, um tað keðiliga skuldi hent, at onkur gjørdist fongdur við smittu og neyðugt skuldi verið við sporing eftir móttøkuna.

Eitt tjald varð eisini sett upp á bryggjuni við høvið. Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, helt eina røðu, og Jens Marni Hansen spældi nakrar sangir. Í tjaldinum fingu fólk, sum vóru komin at síggja skipið og heilsa manning og eigara, kaffi og køkur, og umborð var eisini okkurt til góman.

Háldan Haldansen sigur við In.fo, at móttøkan, sum byrjaði klokkan 15, helt fram til umleið klokkan 18-19, og soleiðis kundu fólk eisini sleppa at síggja skipið, uttan at umstøðurnar umborð gjørdust alt ov trongar.

– Jú, eg eri sera fegin um, at so mong vístu áhuga. Hetta er ein spennandi verkætlan, sum fer at geva okkum nógv betri møguleikar at reka okkara vinnu, nú vit hava eitt frystiskip við munandi betri møguleikum, enn gamla Vesturhavið hevði, sigur Háldan Haldansen.

In.fo fer at venda aftur til reiðaran í aðrari grein í morgun.

##med2##

Nógv fólk tóku ímóti Vesturhavinum, og eitt tjald var sett upp á bryggjuni í samband við høvið.

Myndirnar eigur Vestmanna havn.