Inntøku-streymurin hæsar ikki av

Hetta man vera fyrstu ferð í langa tíð, at inntøkan veksur um alt landið

Pengarnir streyma framvegis í kommunukassarnar kring landið.

Ein nýggj uppgerð hjá Taks vísir, at fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár, hava tær 29 kommunurnar kring landið fingið 653,6 milliónir inn í kommunuskatti, og tað eru 56,4 milliónir krónur meiri enn tær fingu í sama tíðarskeiði í fjør.

Og hetta mann eisini verða fyrstu ferð í langsamiliga tíð, at hvør einasta ein kommuna hevur fingið meiri inn í skatti í einum tíðarskeiði enn tær fingu í sama tíðarskeiði árið fyri, tí tað er altíð í onkrum einstøkum kommunum, at tað gongur aftur á, hóast tíðirnar eru góðar.

Men fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár hava allar kommunurnar havt framgongd aftur ímóti í fjør, og í miðal hava tær fingið 9,4 prosent meiri inn í skatti higartil í ár enn tær fingu í fjør. Men hjá fleiri av kommunum er talan um ein vøkstur upp á 10 – 15 prosent, og hjá summum er vøksturin eisini størri enn tað.

Men tær góðu tíðirnar í samfelagnum síggjast eisini aftur í landskassanum, tí í tíðarskeiðnum frá januar til apríl í ár, hevur landskassin fingið 559,3 milliónir inn í landsskatti, og tað eru 55,2 milliónir, ella 10,56 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.