Jacqson opnað í Klaksvík

Í kvøld kl 19 opnaði Jacqson, ið er ein nýggj cafe og bar í Klaksvík. Tað eru móður og sonur, Jacquelin Gardar og Lindi Gardar, ið standa aftanfyri Jacqson.

Nógv fólk vóru møtt upp til móttøkuna, ið byrjaði við at forkvinnan í vinnunevndini í Klaksvíkar kommunu, Óluva Klettsgarð, klipti snórin til Jacqson. Síðani varð barrin opin, og borðreitt var kaffi og køkum. Ímeðan fólk hugnaðu sær, spældi vælumtøkti lokali sangarin, Hans Andrias Jacobsen, nøkur løg.

Síðani Lindi og Jacquelin, fyrst í mai mánaði, valdu at keypa eitt fyrrverandi handilshøli við Klaksvíksvegin, hevur nógv verið gjørt fyri at umskapa hølini, so at tey ið vitja Jacqson alt fyri eitt føla seg væl.

- Vit lupu í hetta við báðum beinum, so tað var øgiliga spontant, men allíkavæl vildu vit gjarna gera tað orduligt, sigur Lindi, ið verður dagligi leiðarin á Jacqson.

Kl 21 í kvøld verður stórdysturin ímillum Holland og Argentina vístur á stórskýggja. Barrin er opin, og tey á Jacqson vóna at nógv fólk koma ein túr forbí.

- Til dagligt verður tað cafe, bæði mitt í viku og um dagin í vikuskiftinum, og um kvøldanir í vikuskiftinum er so ætlanin at hava livandi tónleik og onnur tiltøk, sigur Lindi, og leggur afturat at barrin altíð er opin.

Fríggjakvøldið kemur víðagitni Hanus G. at framføra frá kl 24 til 02! Leygarkvøldið kl 24 til 04 koma Jógvan Fróðin Baldvinson, Avilda Mørkøre & Jón Mørkøre at undirhalda okkum við góðum tónleiki. Øll eru vælkomin.

Jacqson hevur opið soleiðis:

Mánadag - Hósdag kl 11- 23

Fríggjadag kl 11 - 02

Leygardag kl 11 – 04

Sunnudag kl 14 til 23