Reisigildi fyri nýggjum frítíðarskúla

Í dag klokkan 12 var reisigildi á Brekkukletti á Toftum í sambandi við at nýggi frítíðarskúlin er reistur

Stóri fólkavøksturin í Nes kommunu seinnu árini hevur tað við sær, at tørvur er á hølum til fleiri dagstovnapláss í framtíðini.

Fyri nøkrum árum síðani vaks kommunan um barnagarðin og gjørdi vøggustovu. Nú er tíðin komin til at vaksa um frítíðarskúlan. Umframt frítíðarskúlan, fer elsti árgangurin í barnagarðinum, sum vanliga verður nevndur skúlabólkurin, eisini at húsast í nýggja bygninginum, skrivar Nes kommuna á heimasíðuni.

Fuglark Arkitektafelag hevur teknað, staðið fyri projekteringini og hevur byggileiðsluna. Byggivirkið KBH hevur stórarbeiðstøkuna, og aðrir arbeiðstakarar eru RTS, Blikksmiðjan, HD Electric, AM Máling og Gólvmenn.

Bygningurin, sum verður bygdur norðurfrá verandi frítíðarskúla, er í 2 hæddum. 1 stova við bólkarúmi er á hvørjari hædd. Harumframt er innrættað inngongd/uppgongd, klædnarúm, felagsøki til verandi frítíðarskúla og nýggju stovurnar, starvsfólkarúm og skrivstova.

Eftir ætlan verður bygningurin liðugur við árslok í ár.

Á lítlu samkomuni í dag takkaði borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, fyri gott samstarv og rósti øllum fyri gott arbeiði og áhaldni, serliga í vetur, tá ið veðrið mangan ikki var til vildar.

Fermeturprísurin er umleið 23.000 krónur, men tá er stovan í 1. hædd ikki liðug innrættað. Samlaði kostnaðurin er umleið 12 milliónir krónur, og tá er hálv millión krónur íroknað til ábøtur á verandi frítíðarskúla og uttanumøki, skrivar Nes kommuna.