Soleiðis liggur Northguider í dag. Tað er sýslumaðurin á Svalbard, sum eigur myndina.

Rekaísur seinkar burturbeiningini

Avbjóðingar við veðurlagnum ger tað trupult at gera arbeiðið liðugt í Hinlopensundinum á Svalbard.

 

Soleiðis liggur Northguider í dag. Tað er sýslumaðurin á Svalbard, sum eigur myndina.

 

Øll manningin varð bjargað, tá norski rækjutrolarin Northguider í myrkri, kulda og vánaligum líkindum hin 28. desember í fjør endaði á einum flúri í Hinlopensundinum á Svalbard og gjørdist vrak. Síðan henda dag hevur skipsvrakið staðið á flúrinum, og ein part av tíðini hevur tað ligið fryst fast í ísi.

Hóast Northguider er staðfestur at vera vrak, hevur í heyst verið arbeitt við at tetta og styrkja skrokkin, tí kravið hjá myndugleikunum er, at skipið skal flotast og beinast burtur úr økinum. Tá rækjutrolarin er leysur av flúrinum, skal hann fyrst sleipast til Longyearbýin á Svalbard og síðan til Bergens, har hann skal høggjast upp.

Tað var hin 7. august, at arbeiði at burturbeina skipið byrjaði, og tað er tryggingarfelagið Gard, sum hevur leigað niðurlendska bjargingarfelagið Smit Salvage til at beina burtur vrakið. Men, hetta er alt annað enn nøkur løtt uppgáva, og vánaligt veður og rekaísur í økinum hava seinkað arbeiðnum, upplýsir norska Kystverket fyri www.sysla.no.

- Vit hava tætt samband við Gard og Smit Salvage, og vit fáa leypandi frágreiðingar frá teimum. Seinastu tíðina hevur verið nógvur vindur, og tað hevur gjørt, at bjargingarfólkini hava verið noydd at søkja sær lívd í nærumhvørvinum. Síðan eru tey farin í holt við uppgávuna aftur, tá veðrið batnaði, sigur ráðgevi hjá Kystverket, Lill Veronika Benjaminsen.

Nógvi vindurin hevur eisini ført rekaís inn í Hinlopensundið, bæði sunnan eftir og norðan eftir, og hetta hevur gjørt uppgávuna rættiliga krevjandi. - Vit vita av royndum, at ísurin kann flyta seg ógvuliga skjótt í hesum økinum, leggur Lill Veronika Benjaminsen aftrat.

Hóast truplu umstøðurnar er tað sambært Kystverket framvegis stundir til at beina burtur skipsvrakið, áðrenn veturin veruliga kemur. - Veðurviðurskiftini í økinum plaga at hátta sær á einari leið millum august og oktober, men myrkrið verður jú ein størri trupulleiki so hvørt, sum tað líður út á heystið.

Lill Veronika Benjaminsen heldur tað vera ógjørligt at siga, hvussu langa tíð tað fer at taka, áðrenn skipsvrakið kann flotast og takast upp á sleip, tá veðurlagið í økinum er so avbjóðandi. Hon leggur tó aftrat, at seinastu tíðina hevur arbeiðið gingið munandi betri, enn tey høvdu roknað við, tó at veðrið javnan hevur givið bjargingarfólkunum avbjóðingar.

##med2##

Soleiðis liggur Northguider í dag. Tað er sýslumaðurin á Svalbard, sum eigur myndina.

Tað var hin 28. deseber í fjør, at Northguider endaði á einum flúri í Hinlopensundinum.