Rektarin á Dansk Bibel-Institut vitjar Føroyar

Um vikuskiftið vitjar Børge Haahr Andersen, rektari á Dansk Bibel-Institut í Keypmannahavn, í Føroyum. Umframt at prædika í kirkjum og missiónshúsum, skal hann eitt nú hitta prestarnar í fólkakirkjuni

Dansk Bibel-Institut (DBI) er eitt ”tilfeingisstað” fyri fólk, ið lesa gudfrøði ella átrúnað ella arbeiða við missión tvørturum landamørk ella onnur mørk. Síðani fyrst í sjeytiárunum hevur DBI verið við til at útbúgva prestar, trúboðarar, leiðarar í kirkjuligum rørslum, miðnámsskúlalærarar og onnur, verður sagt í tíðindaskrivi.

Fyrstu áratíggjuni bjóðaði DBI teimum frálæru, ið lósu gudfrøði á Københavns Universitet. Men seinnu árini hevur DBI í samstarvi við útlendsk universitet hýst lesandi, ið taka eina gudfrøðiliga útbúgving á hesum lærustovnum.

Frá næsta summar fer DBI at bjóða lesandi møguleika at velja millum tvær bachelorútbúgvingar. Onnur er ein vanlig bachelorútbúgving í gudfrøði við denti á klassisku gudfrøðiligu lærugreinarnar, so sum bíbilsku málini hebraiskt og grikskt, kirkjusøgu, Gamla testamenti, Nýggja testamenti, trúarlæru, átrúnaðarliga heimspeki og so framvegis. Við hesi útbúgving kann ein eitt nú søkja um upptøku á Teologiska fakultetinum á Københavns universitet og taka ”yvirbygningin” har.

Hin gudfrøðiliga bachelorútbúgvingin á DBI leggur serligan dent á mentan, samskifti og aðrar praktiskar lærugreinir, so sum sálarrøkt, diakoni, prædikulæru og annað.


Skal hitta prestar, lesandi og onnur

Nú Børge Haahr Andersen, rektari, vitjar í Føroyum um vikuskiftið, luttekur hann á møtum og gudstænastum, har hann prædikar og greiðir frá arbeiðnum hjá DBI. Hann skal millum annað prædika í Skála kirkju í morgin.

Hann skal eisini hitta prestarnar í fólkakirkjuni á prestafundi í Hoyvíkar kirkju og hava samrøðu við Kringvarp Føroya. Børge hevur skrivað fleiri bøkur, eitt nú ”Evangeliet i livets overgange”, eitt evni, sum hann eisini skal tosa um í Føroyum.