Renault Clio er besti pendlarabilurin

Flott design, praktisk innrætting og tað at bilurin er sera økonomiskur og reinur er við til at gera Renault Clio Sport Tourer til besta pendlarabilin í Danmark.

Danska blaðið BT skrivar, í sambandi við eina kanning teir hava gjørt um hvør bilur er ein góð íløga hjá teimum sum pendla millum heimið og arbeiðsplássið, at Renault Clio Sport Tourer er ein tann besti, teir higartil hava royndarkoyrt. Sport Tourer er stationcar útgávan av Renault Clio.

Renault Clio við dieselmotori stendur til at kunna koyra upp til 29,4 km/l. Í testini hjá BT undir ymiskum koyriumstøðum komu teir upp á 28,1 km/l í miðal, sum má sigast at verða flott, fyri ein bil í hesi støddini.

Viðførisrúmið upp á 443 litrar er stórt í mun til støddina á bilinum, og gott pláss er í kabinuni sum er praktiskt innrættað. Viðførisrúmið er lætt atkomiligt við lágari lessihædd.

BT kemur til tað úrslit, at góða úrslitið kemur av eini sameining av økonomiskum og reinum motorum saman við aerodynamiskum designi, lágari vekt og dekkum við lágari rullimótstøðu. Eisini er Clio Sport Tourer ein tann mest praktiski bilur teir hava royndarkoyrt. 

Bilurin fær eisini sera góð skotsmál, í sambandi við at hann hevur flott og stílreint design. 

Renault Clio fæst bæði sum hatchback og stationcar. Bilarnir kunnu síggjast og roynast hjá Berg Motors.