Rendi á annan bil

Eitt minni ferðsluóhapp var í Suðurstreymoy í gjár, tá ein bilur rendi á ein annan bil um hálvgum trý tíðina. Tað upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.

Óhappið hendi, tá tveir bilar vóru á veg úr Kaldbaksbotni og inn í Kollafjarðartunnilin. Óvist er júst hvat orsøkin var til óhappið, men sambært vakthavandi rendi tann aftari bilurin inn í reyvina á tí frammanfyri.

Eftir umstøðunum spældi alt tó væl av, tí eingin fekk skaða í óhappinum og báðir bilførarar kundu koyra avstað aftur aftaná óhappið.