Rendi á tunnilsmunnan

Í morgun rendi ein bilur, sum var á veg inn í Norðskálatunnilin, á sjálvan tunnilsmunnan og fekk stóran materiellan skaða.

Bilurin hevur fingið stóran materiellan skaða.

Bilurin hevur fingið stóran materiellan skaða.

 

Tað gekk ikki so væl hjá einum bilførara, sum í morgun skuldi koyra inn í Norðskálatunnilin vestaru megin, at raka ímillum "stengurnar", tá hann var komin niðan til sjálvan tunnilsmunnan.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at bilurin rakti sjálvan munnan - ella portalin - og slongdist eitt vet inn um tunnilsmunnan, soleiðis sum viðheftu myndir vísa. Hóast bilurin fekk stóran materiellan skaða, sluppu fólkini tíbetur væl frá óhappinum.

Løgreglan vísir á, at tvey tilkomin fólk vóru í bilinum, og løgregluni kunnungt fingu tey eingi likamlig mein. - Vit vita í løtuni ikki, hvør orsøkin til óhappið var, sigur vaktleiðarin.

Lagt verður aftrat, at bilurin eftir óhappið stóð eitt sindur illa fyri í tunnilsmunnanum, og tað var Sunda Sløkkilið, sum kom á staðið og fekk bilin av vegnum. - Nú gongur ferðslan aftur sum vant, sigur vaktleiðarin.

##med2##

 

 

 

 

Bilurin hevur fingið stóran materiellan skaða.

Her sæst, at bilurin endaði nakrar metrar innan fyri tunnilsmunnan.