Reyði blokkurin økir um leiðsluna

Nýggjasta veljarakanningin hjá DR vísir, at reyði blokkurin kann skipa stjórn uttan Alternativet

Ein valplakat av Mette Frederiksen í Aalborg. Mynd: Ritzau Scanpix

Ein valplakat av Mette Frederiksen í Aalborg. Mynd: Ritzau Scanpix

Lars Løkke Rasmussen hevur brúk fyri einum lítlum undri, um hann og blái blokkurin skulu vinna komandi fólkatingsval. Nýggjasta veljarakanningin hjá DR, ið Epinion hevur gjørt fyri stovnin, vísir nevniliga at reyði blokkurin økir um leiðsluna.

Um val var í dag høvdu 53,2 prosent av teimum spurdu valt ein av flokkunum í reyða blokkinum. Tað er framgongd á 3,7 prosentstig frá seinastu veljarakanning hjá Epinion, ið bleiv gjørd tá forsætismálaráðharrin útskrivaði val til grundlógardagin.

Samstundis fer blái blokkurin frá 43,7 prosent til 40,9 prosent, ið er ein minking á 2,8 prosentstig.

Umframt tey 53,2 prosentini, ið reyði blokkurin fær í kanningin, fær Alternativet, ið vanliga verður roknað í reyða blokkin, 3,3 prosent av atkvøðunum. Sostatt kunnu flokkarnir í reyða blokki skipa stjórn uttan Alternativet, ið hevur boðað frá, at flokkurin peikar at sín egna formann, Uffe Elbæk, til forsætismálaráðharra.

Tá úrslitini av veljarakanningini verða umroknað til tingfólk, vísir kanningin at blái blokkur fær 69 tingfólk, meðan reyði blokkurin fær 95 tingfólk. Neyðugt er við 90 tingfólkum fyri at vinna reinan meiriluta.

Ein valplakat av Mette Frederiksen í Aalborg. Mynd: Ritzau Scanpix