Reyði Krossur Føroya letur hálva millión til Suður Sudan

Støðan í Suður Sudan er sera hættislig í løtuni. Næstan ein millión børn liva undir hungursmarkinum, og neyðin krevur fleiri lív hvønn dag. Reyði Krossur Føroya hevur valt at senda bráðfeingishjálp til Suður Sudan

Reyði Krossur Føroya hevur avgjørt at senda 518.000 krónur til Suður Sudan. Hjálpin verður veitt Reyða Krossi í økinum.

Kríggið í Suður Sudan hevur trýst familjur út í mýrulendi, burtur frá vápnaða stríðnum, men inn í vónloysi og hungur. Einki er at eta og einki lendi at dyrka, skrivar Reyði Krossur Føroya á heimasíðuni.

Í verandi løtu er Reyði Krossur í gongd við at fylla flogfør við bráðfeingis neyðhjálp at senda til Suður Sudan.

Tær 518.000 krónurnar, sum føroyingar senda, svara til at senda fimm flogfør við bráðfeingis neyðhjálp. Hetta røkkur til at hjálpa 1400 familjum.

500 krónur røkka til at viðgera 10 børn, ið hungra, og bjarga lívum, og 370 krónur røkka til at geva einari familju bønir, korn og matolju í ein heilan mánað, skrivar Reyði Krossur Føroya.

Upplýst verður eisini, at til ber hjá fólki at stuðla við at flyta upphædd á konto, ætlað til endamálið.