Reyði krossur letur upp sóttarhaldslinju

Borgarar í sóttarhaldi kunnu nú ringja til Reyða Kross

 

Frá í morgin fer at bera til hjá teimum, ið sita í sóttarhaldi, at ringja til Reyða kross, tørvar teimum onkran at tosa við um okkurt í sambandi við sóttarhaldið.

Nýggja sóttarhaldslinjan hjá Reyða krossi hevur samstundis eisini til endamáls at lætta um hjá heilsumyndugleikunum, sum í løtuni arbeiða undir stórum trýsti, ið hevur tikið seg upp síðan ólavsøku.

 

– Endamálið við sóttarhaldslinjuni er sostatt at stuðla borgarum í sóttarhaldi, og at gera tað meira atkomuligt hjá fólki at fáa rætta vegleiðing ella víðari leiðbeining til rætta myndugleika, sigur Reyði krossur.

Tað eru sjálvboðin hjá Reyða krossi, sum svara uppringingum, og sum síðani syrgja fyri, at rætta vegleiðingin verður givin.

Sóttarhaldslinjan hevur telefonnummar 1818, og svarar allar vikudagar frá kl. 10 til 15.