Reyði Krossur misti sjey fólk tí persónur breyt sóttarhald

- Hetta kemur illa við í løtuni, nú vit hava brúk fyri so nógvum fólki til átaksarbeiði, sigur deildarleiðari hjá Reyða Krossi í Rogalandi.

Tað kostaði Reyða Krossi í Rogalandi sjey hjálparfólk, at ein persónur breyt sítt sóttarhald.

Tað kostaði Reyða Krossi í Rogalandi sjey hjálparfólk, at ein persónur breyt sítt sóttarhald.

 

Ein persónur í Noregi, sum var í sóttarhaldi, breyt reglurnar, sum almennu myndugleikarnir krevja og fór til eitt sosialt tiltak hjá Reyða Krossi. Hetta fekk ta avleiðing, at Reyði Krossur misti sjey fólk, sum noyddust í sóttarhald, tí tey høvdu hjálpt persóninum, sum gjørdi ímóti boðunum hjá myndugleikunum.

Eftir hendingina, avgjørdi kommunulæknin, at tey sjey fólkini hjá Reyða Krossi í Rogalandi, sum høvdu havt við viðkomandi persón at gera, skuldu í sóttarhald heima við hús.

Meðan tiltakið hjá Reyða Krossi var, endaði persónurin, sum skuldi havt verið í sóttarhaldi, í einari støðu, sum kravdi, at hann fekk hjálp frá Reyða Kross-fólkum á staðnum.

Tað var ikki, fyrr enn manningin hjá Reyða Krossi hevði tikið persónin inn í síni høli og var í holt við at viðgera viðkomandi, at tað gjørdist greitt, at persónurin hevði brotið sóttarhaldi, har hann átti at verið heima við hús. 

Manningin hjá Reyða Krossi setti seg í samband við yvirlæknan hjá kommununi fyri at spyrja um ráð, og her vórðu tey beinanvegin biðin um at fara í sóttarhald. Tey sjey fólkini, sum høvdu havt við persónin at gera, noyddust tískil øll í sóttarhald.

Anders Thorheim er deildarleiðari fyri tilbúgvingini hjá Reyða Krossi í Rogalandi, sum hevur við samfelagstrygd av gera. Hann sigur, við VG, at hendingin hevur ta avleiðing, at Reyði Krossur nú hevur sjey fólk færri í sínum hjálpararbeiði.

- Hetta kemur serliga illa við í løtuni, nú vit hava brúk fyri so nógvum fólki til okkara átaksarbeiði, sigur deildarleiðarin, ið heitir á øll, sum eru í sóttarhaldi, um at virða tey tilmæli og krøv, sum myndugleikarnir koma við.

 

 

Tað kostaði Reyða Krossi í Rogalandi sjey hjálparfólk, at ein persónur breyt sítt sóttarhald.