Reyni Service 40 ár sum Toyota umboð í Føroyum (FM1 í morgin)

Mikudagin klokkan 10 til 12 sendir FM1 beinleiðis frá Reyni Service uppi í Hoyvík

FM1 sendir beinleiðis frá Reyni Service í Hoyvík í morgin millum klokkan 10 og 12

FM1 sendir beinleiðis frá Reyni Service í Hoyvík í morgin millum klokkan 10 og 12

Í morgin millum klokkan 10 og 12 sendir FM1 beinleiðis frá Reyni Service í Hoyvík, sum hátíðarheldur 40 ár sum umboð fyri Toyota í Føroyum.


Til ber at lurta við tá prátað verður við m.a. Sámal av Reyni, Eivind av Reyni, Halleluja Sofus og onnur, sum starvast ella hava starvast hjá Reyni Service. Eisini verður tosað við onkran kunda, sum hevur koyrt við Toyota-bili næstan øll hesi árini.

 

Eisini verður ein kapping, har vinningurin er gávukort frá Reyni Service umframt Búff og Bowl fyri 2 persónar í Bowlinghøllini á Hálsi.

 

Spurningurin verður settur í sendingini og til ber at senda svarið inn á 559999.
Eisini er møguligt at seta spurningar umvegis sms-skipanina.

 

Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5, FM 98,7.

FM1 sendir beinleiðis frá Reyni Service í Hoyvík í morgin millum klokkan 10 og 12