Ringa veðrið darvar flogferðsluni

SAS hevur avlýst, og Atlantsflog boðar frá seinkingum

 

Eitt flogfar hjá SAS skuldi seta seg í Vágum klokkan 18, men tað bleiv avlýst orsakað av ringa veðrinum. Sama flogfar stóð at fara til Keypmannahavnar aftur klokkan 18:50, men tað bleiv av góðum grundum heldur ikki til nakað. 

Ringa veðrið sær eisini út til at darva flogferðsluni í morgin. Fyrsta flogfarið, sum skal lenda í Vágum í morgin, skuldi eftir ætlan koma klokkan 07:30, men hetta er fyribils útsett til klokkan 08:45. Talan er um eitt flogfar hjá Atlantsflogi, og fráferðin hjá hesum er eisini útsett frá klokkan 08:20 til klokkan 09:15.