Ringa veðrið heldur á: Í hvirlunum upp í ódn

Mynd: Ingi Sørensen

Mynd: Ingi Sørensen

Ringa veðrið heldur á, og tað mesta av degnum í dag verður skíggjað og regn. Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, og í hvirlunum upp í ódn. Hitin í dag er millum fýra og sjey stig. 

Soleiðis eru koyrilíkindini um landið í dag, sambært Landsverki:

 

  • Dalavegur til Viðareiðis: stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 33 m/s
  • Klaksvík, Gerðabøur: stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 31 m/s
  • Syðradalur: stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 30 m/s
  • Gjáarskarð: skrið, í hvirlunum upp til 33 m/s
  • Kambsdalur: stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 29 m/s
  • Gøtueiði: hvassur vindur, í hvirlunum upp til 28 m/s
  • Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin: skrið, í hvirlunum upp til 34 m/s
  • Norðskálatunnilin, Eystanfyri: andøvsgul, í hvirlunum upp til 28 m/s
  • Høgareyn: hvassur vindur, í hvirlunum upp til 28 m/s
  • Á Sandavágshálsi: skrið, í hvirlunum upp til 27 m/s
  • Oyggjarvegur við Norðadalsskarð: hvassur stormur, í hvirlunum upp til 41 m/s
  • við Velbastaðháls: skrið, í hvirlunum upp til 31 m/s
  • Krambatangi: andøvsgul, í hvirlunum upp til 27 m/s
  • Ørðaskarð, Fámjinsvegurin: hvassur stormur, í hvirlunum upp til 44 m/s
  • Porkerishálsur: stormur, í hvirlunum upp til 34 m/s

Mynd: Ingi Sørensen