Ringt at siga nær tunnil verður úr Gøtu í Skálabotn

Hann hevur verið í umbúna í yvir tíggju ár, men enn ber ikki til at taka nakra avgerð

Jørgen Niclasen, høgrmegin, sum her er í práti við Aksel V. Johannesen, fær einki sagt um Gøtudalstunnilin enn

Jørgen Niclasen, høgrmegin, sum her er í práti við Aksel V. Johannesen, fær einki sagt um Gøtudalstunnilin enn

Enn ber ikki til at siga, nær ein tunnil verður gjørdur úr Gøtudali í Skálabotn. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samerðslumálum og í fíggjarmálum.

Hanna Jensen, sum hevur havt sæt á tingi í nakrar dagar fyri Framsókn, nýtti høvi til at spyrja landsstýrismannin, hvussu tað gongur við ætlanini at gera tunnil úr Gøtudali í Skálabotn.

Jørgen Niclasen sigur, at Gøtudalstunnilin hevur verið í umbúna í fleiri ár. Eitt nú er rundkoyringin í Gøtudali gjørd til at binda í  Gøtudalstunnilin – og hon varð gjørd í 2008.

Landsverk upplýsir, at fjallið, tunnilin skal borast ígjøgnum, kann verða nakað ringt at arbeiða í. Hesum er tað neyðugt at leggja upp fyri hesum, og tí skulu neyvar kanningar til, áðrenn tunnilslinjan verður løgd.

Serliga er tað eitt rivulag, sum kann hava stóran týdning fyri, hvar tunnilin verður lagdur. Hetta rivulag sæst aftur í sjálvari Gøtugjógv, í Skálagjógv á Norðskála og tað gongur eisini heilt til Saksunar.

Landsverk upplýsir eisini fyri landsstýrismanninum, at í fjør vórðu tvey hol borað, sum vóru umleið 200 metrar djúp við tí endamáli at kanna jarðfrøðina í fjallinum. Annað holið er við Varmakeldueiði og hitt er í grótbrotinum omanfyri Syðrugøtu. Umframt boriholini, hevur Jarðfeingi eisini skrásett ta sjónligu jarðfrøðina har ætlanin er at gera tunnilin.

Úrslitini av øllum kanningunum verða í løtuni skrivað í eina jarðfrøðiliga frágreiðing, men fyribils er einki, sum bendir á, at tað ikki ber til at gera tunnilin.

Tá ið endaligu niðurstøðurnar frá jarðfrøðiligu kanningunum eru til taks, ber til at fara víðari við fyrireikingunum og at leggja tunnilslinjuna.

Landsverk hevur sett ymsar linjuføringar út í kortið og eftir teimum verður tunnilin ímillum 3.200 og 3.600 metrar langur, alt eftir, hvar jarðfrøðiligu kanningarnar vísa at hann liggur best. Men harumframt skal nakað av nýggjum vegi eisini gerast.

Jørgen Niclasen sigur, at á fíggjarlógini fyri í ár er eingin játtan til Gøtudalstunnilin. Men hinvegin arbeiðir landsstýrið við eini langtíðarløguætlan, har støða eisini skal takast til, nær Gøtudalstunnilin verður gjørdur.

– Fyrr enn komið er á mál við hesari løguætlan, er torført at siga, nær tunnilin verður gjørdur, sigur Jørgen Niclasen. 

Jørgen Niclasen, høgrmegin, sum her er í práti við Aksel V. Johannesen, fær einki sagt um Gøtudalstunnilin enn