Risa eiturkoppur át posadýr

Ein veiðieiturkoppur - ella huntsman-eiturkoppur - kann gerast heilt upp í 30 sentimetrar stórur.

Huntsman-eiturkoppur brúkar ikki lokkanet, men jagstrar tað, hann ætlar sær at eta. Mynd: Justine Latton

Huntsman-eiturkoppur brúkar ikki lokkanet, men jagstrar tað, hann ætlar sær at eta. Mynd: Justine Latton

 

Slíkt plagar at síggjast á filmi ella "upplivast" í marrudreymi - ein slíkur ræðsluvekjandi eiturkoppur, sum eitt par úr Tasmania upplivdi nú um dagarnar.

Justine Latton, sum eigur viðheftu mynd og maður hennara, sótu og drukku kaffi, tá tey knappliga sóu henda risastóra huntsman-eiturkoppin, sum var í ferð við at eta eitt posadýr. 

Mong høvdu lopið skríggjandi burtur, men Justine Latton tók sína fartelefon fram og tók eina mynd av hendingini, sum hon legði út á Facebook-bólkin "Tasmanian Insects and Spiders".

Á síðuni varð staðfest, at hetta var ein sonevndur huntsman-eiturkoppur - ella veiðieiturkoppur, sum vit kanska kunnu rópa hann.

Hetta slag av eiturkoppi kann gerast heilt upp í 30 sentimetrar og, sum tað liggur í navninum, jagstrar eiturkoppurin tað, hann ætlar sær at eta.

Sum skilst, er hetta hin mest vanligi eiturkoppurin í Avstralia. Hóast hann sær ógvuliga ræðandi út, tí hann er so stórur, sigst hann kortini ikki at vera lívsvandamikil.

Myndin, sum Justine Latton legði út á "Tasmanian Insects and Spiders", er deild fleiri enn 5000 ferðir. Danskar heimasíður, eitt nú www.eb.dk, skriva eisini um hesa hending í kvøld.

 

 

 

Huntsman-eiturkoppur brúkar ikki lokkanet, men jagstrar tað, hann ætlar sær at eta. Mynd: Justine Latton