Risahvalur reisir seg úr dýpinum

Hjá teimum, sum eru á bátinum, má hendingin kennast rættiliga ógvuslig, tí hvalurin leypur upp stutt aftan fyri lítla bátin.

Myndir: Douglas Croft/Ritzau Scanpix

Myndir: Douglas Croft/Ritzau Scanpix

 

Hendingin minnir kanska mest um tað, vit kunnu síggja í einum teknifilmi, men sambært filmsbrotinum er hetta veruleiki. Hvalurin er ein kúlubøka, og lesa vit um tað, sum sagt verður um kúlubøku, kann ein slíkur hvalur viga millum 30 og 35 tons, og hann verður einar 15 metrar langur.

Hjá teimum, sum eru á bátinum, má hendingin kennast rættiliga ógvuslig, tí hvalurin leypur upp stutt aftan fyri bátin - ja, so tætt er hann, at hann næstan nertir við bátin. Kúlubøka kann síggjast á flestu heimshøvum.

Hendingin fór fram í Monterey Bay í Kalifornia, har myndamaðurin, Douglas Croft og hvalaáhugaða, Kate Cummings, vóru á lutfalsliga lítla bátinum saman, tá tey upplivdu hesa stórbæru hending.

Tað eru fleiri miðlar, sum bera hesi tíðini og sum hava víst filmsbrotið. Sagt verður, at kúlubøkan var lopin upp úr sjónum nakrar ferðir áður, áðrenn hon hesaferð, soleiðis sum filmsbrotið vísir, var beint aftan fyri bátin.

Fleiri fantastiska góðar myndir av hendingini kunnu síggjast um hesa leinkju - 

https://www.dr.dk/nyheder/indland/se-de-fantastiske-billeder-hval-giver-lystfisker-hans-livs-chok

 

 

 

 

 

 

 

 

Myndir: Douglas Croft/Ritzau Scanpix