Risaíløga slóðar vegin fyri flúgvandi bilum

Stjórnin í Suðurkorea væntar, at Hyundai kann bjóða sjálvkoyrandi bilar til størri feløg í 2024 - og til vanligar brúkarar í 2027.

 

Stjórnin í Suðurkorea og bilrisin Hyundai hava lagt stórar ætlanir um at styrkja nútímans bilaframleiðsluna í landinum. Hetta er vorðið greitt í dag, nú stjórnin í landinum hevur boðað frá einari risaíløgu til umlegging av framtíðarinnar bilum.

Suðurkorea hevur nevniliga sett av slakar tíggju miljardir krónur árini 2021 til 2027 til tess at styrkja menningina av tøkni til sjálvkoyrandi bilar. Millum málini, sum eru partur av hesi ætlan, eru eisini flúgvandi bilar, skrivar Reuters.

Ídnaðarmálaráðharrin í Suðurkorea, Sung Yoon-mo, segði í dag, at stjórnin verður aktivt við í arbeiðnum at menna motorarnar til framtíðarinnar bilin. Fráboðanin hjá ídnaðarmálaráðharranum kemur í kjalavørrinum av einari fráboðan hjá bilrisanum, Hyundai.

Hyundai fer nevniliga fram til 2025 at brúka 230 miljardir krónur til at menna nútímans biltøkni og til strategiskar íløgur. Hyundai samstarvar eisini við aðrar partar um íløgur á slakar 11 miljardir krónur, og hetta er eitt nú saman við amerikanska felagnum, Aptiv.

Aptiv arbeiðir eisini við at menna sjálvkoyrandi bilar. Stjórnin í Suðurkorea væntar, at Hyundai kann bjóða sjálvkoyrandi bilar til størri feløg í 2024 - og til vanligar brúkarar í 2027, skrivar Reuters.