Ritafjall vann fiskikapping í Eysturkommunu

Leygardagin skipaði bátafelagið Knúkur í Eysturkommunu fyri fiskikapping. Bátarnir fingu tilsamans 1.471 kg, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni

Besti báturin var Ritafjall við 509 kg. Við Ritafjalli vóru Henry, Jákup og Silja.

Nummar tvey gjørdist báturin Erika við 388 kg. Við Eriku vóru Sigmund og Herit.

Nummar trý varð báturin Real við 205 kg. Við Real var Árni Jacobsen. Real var best pr. mann við 205 kg

Størsta fiskin fekk báturin Chr. Oluf við Jóhan Christiansen. Fiskurin vigaði 6 kg.