Rithøvundar fáa 56.000 krónur

Rithøvundar fáa 56.000 krónur, myndlist fær 22.000 krónur, bókaforløg fáa 19.000 krónur og yrkisfotografar fáa 15.000 krónur

 

 

Talan er um rættindahavarar, har verk eru brúkt á hægri lestri og miðnámi skúlaárið 2017/18.

Til ber nú hjá nevndu bólkum at søkja um at fáa part av nýtslugjaldinum.

Eftir at brúkið í skúlaárinum 2017/18 er kannað, verður nú helvtin av peninginum til føroyskar rættindahavar – 102.325,58 krónur – rindaðir út eftir umsókn, skrivar Fjølrit á heimasíðuni.

Býtið av nýtslugjaldinum skal so vítt til ber mynda býtið millum rættindahavarnar, ið komu fram í kanningini. Harumframt var ein partur – 15.067,33 krónur – av myndlist og fotografi, ið komu fram í kanningini, har navn á rættindahava ikki varð upplýst.

Nýtslugjaldið er býtt í hesar puljur at søkja úr:

Rithøvundar: 56.371,16 kr
Bókaforløg: 18.786,98 kr
Tónaskøld: 2.445,58 kr
Myndlist: 22.485,98 kr
Yrkisfotografar: 15.195,30 kr
Miðlafólk: 2.189,77 kr 

Upphæddin í hvørjari pulju verður býtt javnt ímillum umsøkjararnar til puljuna.

Evsta freist at senda umsókn er fríggjadagin 24. apríl klokkan 15. Svarað verður um endaligu upphæddina um hálvan mai.

Tað er ein støðug meting at finna bestu javnváðina millum, at nýtslugjald skal “avroknast til viðkomandi upphavsmann” og at halda seg innan fyri “eitt rímiligt gjald fyri umsiting”, sum upphavsrættarlógin áleggur í grein 41, skrivar Fjølrit.

Eftir kanning, ið varð gjørd seinasta heyst, komu nógvir rættindahavar fram í skrásetingini, og tað varð goldið út til teir í novembur 2019. Av tí at kanningin fevndi um áleið 25% av samlaða næmingatalinum og ikki um øll sløg av lestri, varð avgjørt á stjórnarfundi 21. oktober 2019 at býta peningaupphæddina í helvt, so helvtin fer til teir rættindahavar, sum koma fram í skrásetingini, og helvtin verður útgoldin til rættindahavar, sum boða frá, at teir hava útgivið verk. 

Umframt føroysku rættindahavarnar komu eisini nógvir útlendskir rættindahavar fram í kanningini. Peningurin til teir rættindahavar í londum, Fjølrit hevur B-avtalu við, verða eftir avtaluni verandi í Føroyum. Tá ið teir fyrnast eftir trimum árum, kunnu teir rindast út eftir reglugerðini hjá Fjølrit. Peningurin til rættindahavar í londum, Fjølrit ikki hevur avtalu við, verða standandi á kontu, um so er, at rættindahavi setur fram krav innan fyri trý ár. Eftir tað er hesin peningur eisini fyrnaður.