Riverdale sjónleikari deyður

Luke Perry andaðist í dag

Sjónleikarin Luke Perry, sum gjørdist kendur fyri at spæla leiklutin sum ríkmanssonurin Dylan Mckay í sendingini “Beverly Hills 90210”, andaðist í dag, einans 52 ára gamal.

 

Harumframt var hann aktuellur í vælumtóktu Netflix sendirøðini Riverdale, har hann hevði leiklutin sum Fred Andrews, sum var pápi at Archie Andrews, sum hevur høvuðsleiklutin í Riverdale.

 

Luke Perry bleiv innlagdur tann 28. februar við einari heilabløðing, og lív hansara stóð ikki til at bjarga. Hansara nærmastu vóru hjástødd, og eftir sita unnustan og tvey børn.

 

Sí video her, sum amerikanski miðilin Huffington Post hevur gjørt um Luke Perry.