Robert gevur út sang sum Poul F. hevur skrivað (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við Robert McBirnie, og hoyr ný innspælda sangin "Gentan úr Vági"

Savnsmynd av Robert McBirnie

Savnsmynd av Robert McBirnie

##med2##

76 ára gamli Robert McBirnie er "Still going Strong". 

Nú hevur Robert verið í upptøkuhølunum, og hevur tikið upp sangin "Gentan úr Vági", ið stórskaldið, Poul F. Joensen hevur skrivað orðini til. 

Gamli vinmaðurin hjá Roberti, Herálvur Andreasen bað Poul F. um at yrkja henda sangin.

Upprunaliga lagið til sangin varð lagið til "Veturin kom við kulda og kava".

Nú hevur Robert sjálvur gjørt eitt lag til hendan serstaka sangin hjá Poul F.

Mong ár eru liðin síðani hesin sangurin gjørdist veruleiki, og Robert var so beinasamur at støkka inn á gólvið hjá FM1 fyrr í dag við nýinnspælda sanginum, og hann gav sær tíð í samrøðu við Eyðfinn Drewsen og Petur Zachariassen at fortelja um søguna aftanfyri sangin.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Robert greiða frá sanginum og syngja sangin "Gentan úr Vági". 

Savnsmynd av Robert McBirnie

("Gentan úr Vági" - Samrøða og sangur)