Rockrøddin úr New York tók Vaglið

Dee Snider í toppformi legði Havnina fyri sínar føtur

Amerikanski rocksangarin Dee Snider tók miðbýin í Havn við stormi á Tórsfest konsertini í kvøld.

64 ára gamli sangarin úr New York var sum ein hvirluvindur í stilla mjørkaveðrinum í høvuðsstaðnum.

Dee Snider er kendur sum lívligur og livandi sangari í rockbólkinum Twisted Sister. Eftir at bólkurin gavst at spæla, hevur hann fingið sín egna bólk, og væl spælandi tónleikararnir skaptu eitt grundarlag, sum var vert legendariska sangaranum.

Dee Snider og hansara menn spældu eitt bland av Twisted Sister sangum og sangum av soloútgávu hjá Dee Snider. Blandið var gott. Góðu, gomlu sangirnir hjá Twisted Sister fingu meira lív í fjøldina, men sangirnir av soloútgávuni góvu framførsluni megi og mátt.

Eitt eru sangirnir. Annað er sangarin. Røddin hjá Dee Snider var sterk. Sum hon plagar at vera. Onkrir av eldru sangunum vóru settir eitt sindur niður, men klangurin og úttrykkið í røddini vóru kortini tað sama. Og líkamikið, hvussu Dee Snider sang og skríggjaði og rópti, varðveitti hann máttin í røddini.

Tórsfest er so mangt. Tað er barnaundirhald, tað er spæliland, tað er poppur, tað er rappur, og tað er hugni. Nógv bjóða seg fram, og mong vilja vera við. Hesa løtuna var eingin ivi um, hvør átti Vaglið. Dee Snider var ókrýndi rockkongurin í Havn!

##med2##