Rockstjørna kokkast í Barentshavinum

Kendur føroyskur rocktónleikari er farin fyrsta túrin til skips

Hann er kendur sum tann orkufulli og karismatiski sangarin í rockbólkinum The Dreams, sum eitt skifti gjørdi nógv um seg í útlandinum. Hann hevur tikið útbúgving á musikkonservatorium, og hann skrivar og útgevur tónleik.

Í løtuni er Hans Edward Andreasen staddur umborð á flakatrolaranum Gadus í Barentshavninum. Hann er annar kokkur umborð, og hetta er fyrstu ferð, hann er til skips.

– Eg varð spurdur, um eg vildi koma við ein túr, og beint tá ið eg varð spurdur, hugsaði eg bara, at tað hevði eg hug at royna, sigur Hans Edward Andreasen við Sosialin, ið kom út til páskir.

Les eisini: Eitt undir at Jensa kom fyri seg

Hóast Hans Edward er best kendur sum tónleikari, hevur hann eisini havt við mat at gera, tí hann er útbúgvin bakari. Tann útbúgvingin kann vera hent at hava umborð á skipi.

Hans Edward fekk sær neyðug skeið og loyvi fyri at sleppa til skips, og fyri umleið tveimum mánaðum legði hann fyrstu ferð frá landi við fiskiskipi.

– Eg fekk eina harða byrjan, tí tað var stormur, tá ið vit fóru avstað. Tað tók nógv longri enn vanligt at sigla, tí vit høvdu ímóti, og veðrið var ringt. Eg lá í koyggjuni í tveir dagar við sjóverki, men so byrjaði eg spakuliga at koma so frægt fyri meg, at eg kundi fara til arbeiðis, sigur Hans Edward.

Lesa greinina í fullari longd í páskaútgávuni av Sosialinum.

##med2##

Hendan sangin útgav Hans Edward í fjør undir navinum Mýrá