Roðin skal hava eitt eldraráð

Fyri at kunna stilla upp til eldraráðið fyri Roðan, skulu fólk vera 60 ár ella eldri sjálvan valdagin.

Roðin er eldrasamstarvið fyri kommunurnar við Skálafjørðin.

Roðin er eldrasamstarvið fyri kommunurnar við Skálafjørðin.

 

Á seinasta stýrisfundi í Roðanum, sum er eldrasamstarvið fyri kommurnar við Skálafjørðin, varð samtykt at skipa eitt eldraráð fyri økistænastuna, vísandi til løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

Avgjørt varð, at hvør kommuna sær skipar fyri valinum til eldraráðið í samband við kommunuvalið, sum verður hin 10. november í ár. Endamálið hjá Eldraráðnum er at betra og útbyggja sambandið millum teir eldru borgararnar og Roðan.

- Fyri at kunna stilla upp til eldraráðið, skulu fólk vera 60 ár ella eldri sjálvan valdagin. Atkvøtt verður millum teir persónar, sum skrivliga hava boðað kommununum frá, at tey stilla upp.

Valskeiðið gongur frá 1. januar 2021 og fram til 31. desember 2024.

- Kundi tú hugsað tær at stilla upp, skalt tú fylla út eitt skjal, sum er at finna um heimasíðurnar hjá kommununum í samstarvinum. Skjalið fæst eisini á skrivstovunum í kommununum við Skálafjørðin ella á skrivstovuni hjá Roðanum í Runavík.

Í Roðanum vísa tey á, at saman við valevnisfráboðanini skulu undirskriftir frá í minsta lagi tveimum stillarum fylgja við, sum eisini hava valrætt til eldraráðið. Eingin kann vera stillari fyri meira enn eitt valevni, og fráboðanin um uppstilling skal latast einari av skrivstovunum í kommununum.

- Valevnisfráboðaninar mugu verða kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. oktober 2020 klokkan 18. Persónar á innkomnu valevnisfráboðanum verða førdir á eitt samlað yvirlit, ið verður almannakunngjørt.

Eldraráðið verður samansett sambært viðtøkunum hjá stýrinum fyri Roðan, eldrasamstarvið millum kommunarnar. Leistin er, at hvør kommuna fær eitt umboð fyri hvørjar 2.000 borgarar, og tí skulu veljast hesir limir:

Sjóvar  kommuna (eitt umboð og eitt varaumboð), Runavíkar kommuna (trý umboð og trý varaumboð og Nes Nes kommuna (eitt umboð og eitt varaumboð). - Tað verður soleiðis, at eldraráðið skipar seg sjálvt, og tey næst valdu á viðkomandi listum verða varalimir eftir galdandi valreglum, verður lagt aftrat.

Roðin er eldrasamstarvið fyri kommunurnar við Skálafjørðin.