Video: Gult ella reytt kort?

Her er mest umtalaða støðan í dystinum millum KÍ og Víking, tá KÍ spælari fær gult kort

Leygardagin vann Víkingur 4-2 á KÍ í Klaksvík í landskappingini. Eitt skifti í fyrra hálvleiki var Víkingur á odda 2-0, tá upptakt er til enn ein møguleika til Víkingi, men Álvur F. Christiansen tveitur seg niður ger fríspark og steðgar álopinum.

 

Til ber at síggja støuna við at trýsta á pílin á myndini

 

Støðan hevur fingið nógva umrøðu, tí Ransin N. Djurhuus valdi at geva Álvi F. Christiansen gult fyri taklingini. Álvur er ikki aftasti maður, men Víkingarnir eru í yvirtal og hava kós móti málinum.

 

Les eisini: Samandráttur frá dystinum KÍ - Víkingur 2-4

 

So er spurningurin til tykkum. Er tað í lagi, at KÍ spælarin fær gult kort í støðuni, ella er talan um støðu, ið skal geva reytt kort?

Les eisini: Alt um 11. umfar