Rørsluligir trupulleikar kunnu føra til happing

Næstan triðja hvørt barn, sum fer í skúla í Danmark, hevur rørsluligar – ella motoriskar – trupulleikar.

 

 

 

Næstan triðja hvørt barn, sum fer í skúla í Danmark, hevur rørsluligar – ella motoriskar – trupulleikar, og nøkur av hesum børnum eru í øktum vanda fyri at fáa innlæringar- og sosialar trupulleikar, sum kunnu geva børnunum stórar avbjóðingar í lívinum.

Men, lukkutíð kunnu einføld átøk gera stóran mun hjá børnunum. Í aðrar mátar kundu hesir trupulleikar verið munandi minni í vavi, um politikarar raðfestu øðrvísi – og ikki sleptu børnunum upp á fjall í fleiri ár.

Trupulleikarnir hjá børnum kunnu eitt nú snúgva seg um at kasta ella taka ein bólt, halda einum blíanti ella knappa ein jakka.

Danir meta, at millum átta og níggju prosent av børnunum, sum byrja í skúla, hava fleiri enn tríggjar motoriskar avbjóðingar og eru harvið í vanda fyri at fáa innlæringar-og sosialar trupulleikar.

- Tað er ikki neyðturviliga ein trupulleiki, at eitt barn, sum brúkar høgru hond, ikki dugir at kasta ein bólt við vinstru, men hevur tú sum barn fleiri enn tríggjar motoriskar trupulleikar, ert tú í stórum vanda fyri at gerast happaður, og tú heldur teg burtur úr spæli í skúlagarðinum.

Tað sigur Bjørn Holstein, sum er professari við Statens Institut for Folkesundhed (SIF) hjá Syddansk Universiteti og granskari í databasanum, Børns Sundhed.

Børn, sum ikki tora at spæla, tí tey ikki meistra rørsluligar avbjóðingar, eru í stórum vanda fyri at isolera seg, og tey eru eisini í stórum vandi fyri happing. Aðrar avleiðingar, sum kunnu standast av hesum, kunnu eitt nú verða yvirvekt, innlæringartrupulleikar og happing.

- Hesi børn kunnu hava trupult við at fylgja við í tímunum, tí tað er annað, sum fyllir. Lítið sjálvsvirði og kenslan av ikki at vera partur av felagsskapinum hevur stóran týdning fyri evnini hjá barninum at læra, sigur Bjørn Holstein, professarin.

Hann vísir á, at tá børn ikki tora at spæla við onnur, brúka tey heldur ikki kroppin serliga nógv, og tá veksur eisini vandin fyri, at tey gerast ov tung.

- Eitt annað, sum kann fylgja í kjalarvørrinum á hesum er, at børnini kunnu menna angist og tunglyndi, og tað er ein tung byrjan upp á skúlalívið, sigur professarin og granskarin.

Hann leggur dent á, at børn tíbetur hava góðar møguleikar at gerast leys av nevndu trupulleikum, um nakað verður gjørt. Tað er nevniliga ongantíð ov seint at gera nakað við vánaliga rørslumenning, men um tað dregur út at gera nakað, kunnu fylgjurnar bíta seg fastar.

- Best er at taka hond um trupulleikarnar so tíðliga sum gjørligt, tí um illa vil til, kann keðiliga støðan eisini ganga út yvir málførsluna hjá barninum. Haraftrat verður sjálvsfatanin hjá einum barni skapt tíðliga í skúlatíðini og kann soleiðis koma at merkja barnið restina av lívinum, sigur Bjørn Holstein.

Síðan endan av áttatiárunum hava heilsufrøðingar mett um rørsluligu evnini hjá børnum við skúlabyrjan, og her hava tey brúkt 12 einfaldar venjingar.

Venjingarnar lýsa bæði fínrørslulag og grovrørslulag, evnini hjá barninum at javnviga, halda einum blíanti, blaka og lofta einum bólti, og tað er fysioterapeuturin, Britta Holle, sum upprunaliga hevur ment hesar venjingar.

Síðan 2007 eru úrslitini frá hesum kanningum í einari røð av kommunum skrásett í databasanum, Børns Sundhed. Í dag eru 34 kommunur í Danmark partur av hesum databasa, sum hevur sín uppruna afturi í 2002.

Allar skrásetingar í databasanum eru dulnevndar og eru ikki knýttar at nøkrum persónsnummari, men goymslan gevur eitt neyvt yvirlit og granskingarmøguleikar, tá ræður um rørsluligar avmarkingar hjá børnum.

Granskingarúrslit, sum byggja á nevndu kanningar og venjingar, hava fingið miðlar at gera ta niðurstøðu, at trupulleikarnir við vánaligum rørslulag millum børn eru veksandi.

Leiðandi heilsufrøðingurin í Rødovre kommunu, Lene Møller, hevur fylgt menning hjá børnum tætt at kroppinum seinastu 27 árini, og hon sær ein rættiliga støðugan trupulleika.

- Tað byrjar longu við vitjanina tveir mánaðir eftir føðing, har nøkur børn hava ligið alt ov lítið á búkinum, og tí megna tey ikki at lyfta høvdinum. Vit geva foreldrunum vegleiðing og síggja, at hesi viðurskifti hava rættað seg til næstu vitjan 2-4 mánaðir seinni, sigur hon.

##med2##

Lene Møller vísir á, at tá tað ræður um evnini hjá einum nýføðingi ella smábarni at mennast, er eingin vegur uttan um: Barnið skal sleppa at strevast, og her eru páparnir ofta raskari enn mammurnar.

- Mammurnar gerast ofta ov ansnar, men børnini hava gott av at sleppa at røra seg – at tey onkuntíð verða vend á høvdið og annars sleppa at røra seg á einum bleytum undirlagi. Hetta skal sjálvsagt gerast við umsorgan og umhugsni, sigur heilsufrøðingurin.

Í donsku skipanini er tað soleiðis, at tá barnið er millum eitt og hálvt annað ár halda vitjaninar hjá heilsufrøðinginum uppat, og síðan síggja tey ikki barnið aftur, fyrr enn tað fer í skúla.

Í fleiri kommunum hava heilsustarvsfólk eitt tvørfakligt samstarv við barnagarðarnar um eitt nú reinføri, men hesi árini verður ikki mett um rørslulagið hjá børnunum.

Foreldur hava fylgjandi árini eitt standandi tilboð um eina árliga læknakanning, men slíkar vitjanir fara ofta í gloymibókina. Tískil eru foreldur og børn hesi árini latin upp til seg sjálvi.

- Hetta er spell, tí tað er lætt at geva barninum eina heilsugóða tilvitsku um egið likam, tá tey eru smá. Hugurin at brúka kroppin er góður, og rørslulagið skal mennast svarandi til aldurin, sigur Lene Møller, sum vónar, at tað við tíðini verður politiskur vilji til at bjóða barninum vitjan, til barnið er hálvt fjórða ella hálvt fimmta ára gamalt.

Heilsufrøðingurin heldur, at tað á hend hátt hevði borið til at skapt synergi millum læknaligu heilárskanningina og vegleiðingina hjá heilsustarvsfólkum.

- Trupulleikin er ofta, at foreldur ikki hava neyðuga yvirskoti til børnini og vóna bara, at rørslulagið kemur av sær sjálvum. Her kundi heilsufrøðingurin komið við góðum ráðum um, hvussu rørsluvenjingar kundu verið ein náttúrligur partur av einum strævnum gerandisdegi, sigur Lene Møller.

Kelda: www.helse.dk