Rokast við línu norðanfyri

Meðan snellubátarnir norðan fyri enn ikki hava fingið nakað serligt, er líkt til, at línuútróðurin rættiliga roynist í hesum døgum.

 

 

So væl kann ein útróðrardagur við línu roynast, tá tað gongur best.

So væl kann ein útróðrardagur við línu roynast, tá tað gongur best.

 

Tríggir av glastrevjabátunum, sum í løtuni leggja fiskin upp á Eiði, eru Gordrúgvin, Luttur og Falkurin av Skála, sum nú eisini er komin norður um at royna. Hesir bátar hava seinastu seturnar ligið um stívliga 200 pund á línuna, harav ein stórur partur av veiðini - helst einir tveir triðingar - hava verið hýsa.

Í seinastuni hava bátarnir ligið úr 7000 og upp í eini 10.500 pund á setuna. Hetta er góður fiskiskapur, men vert er at leggja til merkis, at hýsa er ein stórur partur av veiðini. Var eingin hýsa, hevði lítið verið at fingið hjá útróðrarbátunum við línu, men í løtuni er tað serliga hýsan, sum ger munin.

Fýlst hevur verið á, at útróðrarfiskurin hevur verið rak, serliga toskurin, sum hevur verið veiddur inni við land, men av Eiði frættist, at útróðrarfiskurin, sum bátarnir nú fáa norðan fyri við línu, rættiliga er komin fyri seg aftur og er góður.

So væl kann ein útróðrardagur við línu roynast, tá tað gongur best.