Roknað verður við nógvum útróðri

Enn liggja fleiri línuskip við bryggju, men nøkur fá eru tó til fiskiskap - her heima og á fjarleiðum.

 

Trý ísfiskalínuskip eru í løtuni til fiskiskap undir Føroyum, og skipini fáa mest av toski og hýsu. Tvey av hesum koma inn at landa fyrst í vikuni sum kemur.

- Av frystilínuskipunum er eitt á Flemish Kap, og eitt fiskar í grønlendskum sjógvi. Enn liggja tó flestu línuskip, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður góður fyrst í vikuni, og veðrið verður gott. Tískil verður roknað við nógvum útróðri í næstu viku.