Rokningin fyri ljós og varma minkar 10 prosent

Ein slóðbrótandi ætlan gevur leirvíkingum varma í húsini og heitt vatn í kranarnar - og eisini nógv betri internet

Nú skal ein slóðbrótandi ætlan setast í verk, sum fer at gera Leirvíkingar nógv grønari enn teir eru í dag.

Nú verður nevniliga farið undir at gera eina skipan við sjóhita í Leirvík og í fyrstu syftu er ætlanin at knýta allar kommunalar bygningar í bygdini í skipanina.

Men er áhugi fyri tí, kunnu eisini øll onnur hús knýtast í skipanina, soleiðis at øll bygdin fær sjóhita, sigur Eysturkommuna á síni heimasíðu.

Kanningar vísa, at hendan orkuskipan er umleið 10 prosent bíligari enn oljufýringar, samstundis sum hon dálkar nógv minni.

Ein sjóhitaskipan veitir tveir triðingar av hitanum úr sjónum, men ein triðingur er el-orka. Í dag er helvtin av el-orkuni, sum SEV framleiðir, grøn orka frá vatn og vindi. Sostatt verða umleið 70 prosent av hitanum frá eini sjóhitaskipan frá grønari og varandi orku. 

Skulu tey privatu húsarhaldini eisini knýtast í sjóhitaskipanina, skulu veitir gravast til hvørt hús. Og í hesum sambandi er avtalað gjørd við felagið, Net, um at legga rør í veitirnar, soleiðis at øll húsini eisini kunnu fáa fipursamband, sum gevur húsunum nógv skjótari og betri internetsamband.