Tað hevur verið nógv at fingið við línu í longri tíð, og soleiðis hevur heystið higartil ikki verið nakað undantak. Bæði útróðrarbátar og línuskip hava fingið nógvan fisk, og einki bendir á, at góði fiskiskapurin fer at helma í fyribils.
Høgni Hansen á Fiskamarknaði Føroya visti hósdagin at siga, at línubáturin Váðasteinur, sum er heimahoyrandi á Toftum, var á søluni henda dagin, vit á In.fo skiftu orð við hann.
- Teir hava gjørt ein roktúr og hava einar 1300 kassar, sum svarar til eini 150.000 pund á 12 setum, sigur hann og vísir á, at Váðasteinur byrjaði fiskiskap hin 3. november og landaði á Toftum fríggjadagin, 15. november.
- Váðasteinur hevur henda túrin verið á Íslandsrygginum. At kalla øll veiðan er góður toskur, leggur stjórin á Fiskamarknaði Føroya, Høgni Hansen, aftrat.