Ronja Storm er heimsins størsti brunnbátur

Ronja Storm, sum er 116 metrar long, kann framleiða 700 rúmmetrar av feskum vatni um tíman.

Her er Ronja Storm á royndartúri. Mynd: Havyard Group.

Her er Ronja Storm á royndartúri. Mynd: Havyard Group.

 

Kyst.no skrivar, at í løtuni er nýggi brunnbáturin - Ronja Storm - heimsins størsti av sínum slagi. Skipið er formelt latið eigarunum, men okkurt skal gerast aftrat umborð, áðrenn skipið er leyst av skipasmiðjuni, Havyard Ship Technology.

Sambært fráboðan hjá skipasmiðjuni, sum hevur bygt skipið, verður Ronja Storm liggjandi við skipasmiðjuna eina stutta tíð aftrat. Síðan gongur leiðin til Tasmania, har skipið hevur sáttmála við Huon Aquaculture Group. 

Sambært kyst.no kann Ronja Storm framleiða 700 rúmmetrar av feskum vatni um tíman, og hetta svarar til døgnnýtsluna hjá umleið 100.000 norðmonnum. Feska vatnið verður brúkt til at niðurberja laksasjúkuna, AGD, sum plágar í Tasmania.

Ronja Storm er bygginummar 135 á Havyard Ship Technology í Noregi, og tað er reiðaríið í Ålesund - Sølvtrans - sum eigur skipið, ið kostar eina hálva miljard norskar krónur.

Til samanburðar við Ronju Storm, sum er 116 metrar long, kann nevnast, at Hans á Bakka, sum flestu føroyingar hava sæð kring um á firðum og sundum, er 75,8 metrar langur.

 

 

Her er Ronja Storm á royndartúri. Mynd: Havyard Group.