Hátíðarhalda brúnna um Streymin

Atli P. Dam, løgmaður, klipti snórin, tá brúgvin varð tikin í nýstlu fyri 40 árum síðani

Atli P. Dam, løgmaður, klipti snórin, tá brúgvin varð tikin í nýstlu fyri 40 árum síðani

Næsta fríggjadag fara tey í Sundalagnum at hátíðarhalda, at 40 ár eru liðin, síðani brúgvin um Streymin varð tikin í nýtslu. Frá 12. til 21. september eru mentanardagar í Sunda kommunu, og tiltakið við brúnnið verður partur av hesum.

 

Brúgvin um Streymin hevur havt sera stóran týdning fyri samferðluna í Føroyum. Hon knýtti Eysturoynna og Streymonna saman – og saman við Norðskálatunlinum, sum varð tikin í nýtslu í 1976, er hendan farleiðin meginæðrin í samferlsunetinum á meginlandinum.

 

Brúgvin, sum knýtur oyggjarnar saman, har sundið er smalast, er 220 metrar long, og 17 metrar høg. Siglingarrennan er 25 metrar breið.

 

Fríggjadagin verður brúgvafagnaðurin í sambandi við, at 40 ár eru liðin, síðan hon varð tikin í nýtslu. Í hesum sambandi hava stigtakararnir boðið Føroya Ellisakførum at verða við til fagnaðin við ellisakførum.