Royal Greenland hjálpir útróðrarmonnum

- Vit hava ongar ætlanir um at lata aftur fiskavirkir ella minka um innhandlingina av fiski, sigur stjórin í Royal Greenland.

 

Royal Greenland fer at missa ein fittan part av sínum umsetningi, tí søluprísirnir á einari røð av týdningarmiklum fiskavørum eru so nógv lækkaðir - og fara at lækka upp aftur meira orsakað av korona-kreppuni. Hetta kemur at kosta nógvar pengar, og ársúrslitið fyri 2020 verður í stóran mun ávirkað av hesum.

- Vit hava ongar ætlanir um at lata aftur fiskavirkir ella minka um innhandlingina av fiski. Vit ynskja at vera sum ein stoytdoyvari millum fiskivinnuna og brúkararnar, sum tryggjar, at arbeiðsplássini vera varðveitt - eins væl í fiskivinnuni sum á fiskavirkjunum, sigur stjórin í Royal Greenland, Mikael Thinghuus, við Sermitsiaq.

Hann vísir á, at ársúrslitið hjá Royal Greenland fyri 2020 er ikki so avgerandi. - Ársúrslitið er ikki tað týdningarmesta. Vit eru til reiðar at gjalda prísin fyri korona-kreppuna, soleiðis at vit kunnu vera við til at tryggja innhandlingina á 38 ymiskum støðum fram við grønlendsku strondini.

Stjórin sigur, at hesin málsetningur kemur at kosta pengar, tí tá goymslurnar gerast fullar av fiski, lækka prísirnir. Hann leggur aftrat, at tað lættasta fyri Royal Greenland hevði verið at hildið uppat við at keypt fisk og rækjur, men felagið hevur valt eina aðra strategi, har felagið setir seg sjálvt undir trýst fyri at vera nýskapandi og finna hættir, sum kunnu selja vørurnar, sigur Mikael Thinghuus.