Royna at fáa arbeiðið at ganga skjótari

– Men arbeiðið er so serligt, at tað er ikki bara at seta fleiri fólk fyri at fáa meiri ferð á

Umhvørvisstovan hevur í longri tíð arbeitt við at endurskoða mannagongdirnar soleiðis, at arbeiðið við matrikulering skal ganga skjótari.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður. Partamaður hansara, Johan Dahl, hevur spurt hann, hvat hann ætlar at gera fyri at fáa tað at ganga skjótari at matrikulera.

Hann sigur, at tað gongur so seint, at hann heldur, at tað er ein forðing fyri royndirnar at basa bústaðarneyðini.

Helgi Abrhamsen sigur, at eitt, sum kann stytta um viðgerartíðina, er at gera eina kunngerð og vegleiðingar um, hvussu arbeiðið skal fara fram. Og tað ætlar hann sær at gera so skjótt sum tilber.

Tað hevði eisini hjálpt munandi at fingið eina krá við øllum byggisamtyktum í, sigur hann.

Hinvegin heldur hann ikki í fyrstu syftu, at loysnin er at játta meiri pengar til endamálið, tí tað tekur eini 2-3 ár at læra fólk so at tey kunnu arbeiða sjálvstøðugt.

Tað eru einans útbúnir landinspektørar, ella landmátarar, sum hava fakligan førleika til at viðgera mál um matrikulering, men seinastu 10 árini er tað bara ein einasti føroyingur, sum hevur lokið útbúgvingina, sigur landsstýrismaðurin.

– Umhvørvisstovan hevur roynt at vekja áhuga fyri økinum við at bjóða nýliga útbúnum miðnámsskúlanæmingum tíðaravmarkað starv sum starvslesandi og vónin er, at hetta fer at geva úrslit sum frálíður, so at fleiri føroyingar velja hesa útbúgvingarleiðina, sigur hann.

Men hann sigur eisini, at tað kunnu vera nógv ymisk viðurskifti, sum gera, at eitt mál dregur úr.

Øll mál skulu til viðmerkingar hjá avvarðandi kommunu og í summum førum eisini hjá Búnaðarstovuni, Landsverki, friðingarmyndugleikum, ella øðrum. Og tað tekur minst tveir mánaðir at avgreiða hesi viðurskiftini, men tað kann eisini vera drúgvari.

Í sambandi við útstykkingar er støðan ofta tann, at grundstykkini verða seld líka skjótt, sum tey eru projekterað. Men matrikulmyndugleikin kann ikki seta stykkini av fyrr enn útstykkingin er liðug við vegum og øllum øðrum, sum hoyrir til.

– Hetta vita fólk ikki av, og tí fær matrikulmyndugleikin ofta skyldina fyri at tað gongur so seint, hóast veruliga orsøkin er, at grundstykkini eru seld ov tíðliga.

Sostatt kann tað ganga long tí frá tí at søkt verður um matrikulering, til tað í roynd og veru ber til at avgreiða málini.

Harumframt kunnu ymsar treytir liggja á eini ogn og tær skulu so takast av, áðrenn málini kunnu avgreiðast. Talan kunnu vera um friðingar av ymsum slagi, veðrættir, og annað.

Tað kemur eisini rættiliga ofta fyri, at ein byggiharri ger broytingar í projektunum og at kommunan ikki hevur góðkent útstykkingarætlanina ella krevur broytingar í henni og eisini tað elvir til seinkingar.