Royna at framskunda arbeiðið at gera átrokandi tunlar

Onkrir tinglimir í samgonguni hava sína egnu ætlanir

Samgongan roynir at framskunda arbeiðið at gera tunlarnir Norður um Fjall. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, hevur spurt hann, nær ætlanin er at fara undir tunlarnar Norður um Fjall. Hann sigur, at teir eru ótíðarhóskandi og klára slett ikki ta ferðslu, sum er í dag.

Tað er Jørgen Niclasen samdur í.

Men hann vísir á, at stórar verkætlanir eru í gongd, og tær leggja fíggjarligar bindingar á  landskassan. Og samstundis vísir hann á, at íløgukarmurin er avmarkaður.

Men hann sigur, at tunlarnir norður um Fjall eru teir av teimum stóru tunlunum, sum verða teir næstu, sum skulu gerast.

Nú verður arbeitt við at gera Hvalbiartunnilin, og tað arbeiðið hevur nú fingið eina eykajáttan, so at tað er framskundað.

Og eftir íløguætlanini sum fyriliggur, er ætlanin at fara undir tunlarnar norð um Fjall, so skjótt Hvalbiartunilin er liðugur, sigur landsstýrismaðurin.

Men Jørgen Niclasen sigur, at samgongan kannar tó møguleikar at framskunda verkætlanina norður um Fjall og hvussu hon kann fíggjast.

Articon hevur áður sagt, at gongst sum ætlað, verður liðugt at bora Hvalbiartunnilin næsta summar og tunnilin verður heilt liðugur at taka í nýtslu í fyrsta ársfjórðingi í 2021.

Hann sigur eisini, at Landsstýrið fer beinanvegin at gera eina samferðsluætlan, har íløgur í tunlar, undirsjóvartunlar, vegakervi og ferjur, verða lagdar í eina langtíðar íløguætlan.

Men nú fíggjarlógin var til umrøðu í Løgtinginum, er greitt, at onkrir limir í samgonguni hava sínar egnu ætlan.

Tað eru teir báðir tingmenninir fyri Sambandsflokkin, Johan Dahl og Erhard Joensen. Teir halda báðir, at útgerðin, sum verður brúkt at bora Hvalbiartunnilin við, skal ikki av Suðuroynni aftur, fyrr enn hon eisini hevur borað tunnilil til Fámjins.

– Vit mugu ikki loyva maskinunum av oynni, fyrr enn fámjinstunnilin er boraður, staðfesti Erhard Joensen.