Royna at fyribyrgja sjálvmorðum

Grønlendska heimastýrið fer nú í holt við eina nýggja ætlan til tess at minka um stóra talið av sjálvmorðum í landinum.

 

 

Í Grønland doyr næstan eitt fólk um vikuna fyri egnari hond. Myndin er tilvildarlig.

Í Grønland doyr næstan eitt fólk um vikuna fyri egnari hond. Myndin er tilvildarlig.

 

Talið av sjálvmorðum í Grønlandi er rættiliga stórt, og her doyr næstan eitt fólk fyri egnari hond um vikuna - ella umleið 50 um árið. Ymiskt hevur verið roynt til tess at minka um hetta tal og hesar lagnur, sum standast í kjalarvørrinum av sjálvmorði.

Men, hóast ymiskar royndir, hevur tað kortini ikki eydnast at broyta tann veruleika, sum er, stórvegis. Tískil hevur gørnlendska landstingið júst samtykt at menna nýggj átøk, sum vónandi kunnu minka um talið av sjálvmorðum í landinum.

Átøk, sum hava verið roynd árini 2013 til 2019, skulu tískil setast úr gildi aftur. Í sínari tíð var tað landsstýrismaðurin í heilsumálum, Steen Lynge, sum setti skipanina í verk, ið hevur verið galdandi hesi árini.

Men, sjálvmorðini og sjálvmorðsroyndirnar í Grønlandi eru framvegis alt ov nógvar, og tí skulu myndugleikarnir nú finna út av, um okkurt av tí, sum hevur verið galdandi, kanska kann førast víðari saman við nýggjum amboðum í einum komandi fyribyrgingarátaki.

Sum skilst, er nýggja ætlanin enn í stoypiskeiðini, og tískil er lítið komið fram um, hvørja leið Grønland nú vil royna. Men, nú hevur so landstingið samtykt, at nýggj átøk skulu fremjast, sum vónandi kunnu minka um talið av sjálvmorðum.

Ætlanin er tó, at ymiskt, sum hevur riggað í gomlu skipanini, kann førast víðari saman við nýggjum átøkum. Her er eitt nú talan um skeiðvirksemi fyri fakfólk í kommununum, heilsuverkinum og løgregluni. Upplýsast skal um sjálvmorð, og fyribyrgjandi samtaluviðgerð skulu framhaldandi eisini vera partur av konseptinum.

Gransking vísir, at børn, sum veksa upp við kynsligari misnýtslu, harðskapi heima við hús og mistnýtslu av alkoholi í barnaheiminum, eru í vandabólki, tá ræður um sjálvmorð og sjálvmorðshóttanir.

Samanbera vit grønlendsku tølini við tøl í Føroyum, veit Hagstova Føroya at siga, at í árunum 2007 til 2018 vóru tilsamans 26 sjálvmorðstilburðir í Føroyum. Tað er tveir og tríggir tilburðir í miðal um árið.

Av teimum tilsamans 26 tilburðunum í Føroyum hesi árini vóru nógv flest menn, 22 menn og fýra kvinnur. 

 

 

 

 

 

Í Grønland doyr næstan eitt fólk um vikuna fyri egnari hond. Myndin er tilvildarlig.